Í tíðindaskrivi ímorgun heitir nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag á Karsten Hansen um framhaldandi at stuðla tjóðveldispolitikki
Tíðindaskriv frá Norðoya Tjóðveldisfelag
Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag harmast støðuna og ta avleiðing, sum málið um grein 266b hevur fingið, nú Karsten Hansen hevur tikið seg úr tingbólki Tjóðveldisfloksins.
Ein meiriluti í nevndini hjá Norðoya Tjóðveldisfelag vónar, at tingmanning Tjóðveldisfloksins og Karsten Hansen finna saman og halda á at vera virðilig umboð á tingi.
Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag takkar Karsteni Hansen fyri hansara umboðan í flokki vára og heitir samstundis á Karsten Hansen um framhaldandi at stuðla tjóðveldispolitikki.
Norðoyar Tjóðveldisfelag
Karl Marius Poulsen




