Nývald í nevndini eru: Fríðrik Sivertsen, Signy Hansen og Jóan Pauli Jacobsen.
Nevndin skipaði seg við Karl Marius Poulsen sum formanni, Signy Hansen, næstformaður, Jansy B. Klein skrivari, Jóan Pauli Jacobsen kassmeistari og Fríðrik Sivertsen nevndarlimur.
Tiltakslimir eru Olga Biskopstø og William Dam.
Afturvaldur í aðalstjórnina var Karl Marius Poulsen.
20 ár í nevndini
Hergerð Joensen, sum hevur verið nevndarlimur í Norðoya Tjóðveldisfelag í 20 ár, bar seg undan afturvalið.
Hon helt seg at hava tænt sína vernapligt, og tað má sigast at vera rætt.




