Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund í kvøld kl. 20 á Bøgøtu 3

John William Joensen

Á skránni er m.a. nevndarval og formaðurin Karl Marius Poulsen stendur fyri valið.

Við á fundinum í kvøld verða býráðslimirnir og Karsten Hansen løgtingslimur.
–  Nevndin í felagnum hevur arbeitt við at framt broytingar í reglugerðini hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, men tíverri verða hesar broytingar ikki klárar at leggja fyri aðalfundin í ár, sigur formaðurin í Norðoya Tjóðveldisfelag.
Karl Marius sigur at tað er ein trupuleiki at reglugerðirnar fyri tey ymisku lokalfeløgini ikki samsvarað og tí verður ein uppgáva hjá nýggju nevndini at fáa hetta í rættlag.

Karl Marius Poulsen og Pól Fuglø standa fyri valið og enn er ikki greitt um teir taka við afturvalið.