Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund í kvøld

Norðoya Tjóðveldisfelag

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund og fyrsta uppstillingarfund mikukvøldið 2. mars kl. 19.30 í Miðstovuni í Klaksvík.

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund og fyrsta uppstillingarfund mikukvøldið 2. mars kl. 19.30 í Miðstovuni í Klaksvík.


2015 var eitt spennandi ár, har tvey val fóru fram. Í juni var val til Fólkatingið, har flokkurin fekk eitt umboð valt. Á Løgtingsvalinum 1. september hevði flokkurin framgongd, vit komu í samgongu, og við tí fingu vit eisini eitt lokalt umboð.

Eisini í 2016 væntar okkum eitt spennandi, avbjóðandi val – kommunuvalið í november. Framgongdin í Klaksvíkar Kommunu tey seinastu fýra árini skal halda fram, tað er tí umráðandi, at vit fáa ein sterkan lista til valið.

Tað er tí umráðandi, at nógv frælsishugað møta og geva sítt íkast og íblástur.