Norðoya Tjóðveldisfelag ynskir at takka teimum 455 veljarum í Norðoyggjum, sum valdu Tjóðveldi á Løgtingsvalinum hósdagin 8. desember – og teimum 672 kring landið, sum settu sín kross við eitt av valevnum okkara.
Eisini vilja vit takka øllum, sum hava stuðlað okkum í valstríðnum og í dagliga arbeiðinum. Tit eru altíð til at reiðar at geva eina hond og vera við til at fáa okkara boðskap út. Somuleiðis eiga flokkurin og hini økisfeløgini stóra tøkk uppiborið fyri gott samstarv.
Endaliga – og ikki minst – vilja vit takka valevnum okkara. Tykkara partur liggur ikki eftir.
Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag



