Norðoya Sparikassi hevði aðalfund týsdagin. Hóast tíðirnar ikki eru tær somu, sum tær hava verið tá tosað verður um peningarenslið, so megnaði Sparikassin at koma út við einum úrsliti, ið var á leið tað sama, sum árið frammanundan.
Roknskapurin hjá Sparikassanum verður lýstur í blaðnum ídag, so hann skulu vit ikki gera meira við, men eitthvørt áhugavert hevði nevndarformaðurin Óli Marner Christiansen at siga í formansfrágreiðing síni.
Um Norðoyagrunnin, sum var sera virkin í kreppuárunum segði hann:
"Broytingar eru framdar í Norðoyagrunninum, eftir at grunnurin varð lagdur í dvala í nøkur ár. Grunnurin er nú ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur undir eftirliti av eftirlitinum fyri grunnar.
Grunnurin er farin til verka við nýggjari nevnd. Í nevndini eru Jóhanna á bergi, Jóan Magnus Rasmussen og Absalon í Buð, sum er formaður. Nú goldið er 2,2 mió. kr. afturat í grunnin er fæið komið upp á 5 mió.kr. Grunnurin varð upprunaliga stovnaður í samband við kreppuna fyrst í nítiárunum, og tað kann tí vera hóskandi, at hann gerst virkin aftur nú, tá tíðirnar eru blivnar verri".
Tað var nevniliga Norðoyagrunnurin ið var ein av krumtappunum undir at Kósavirkið byrjaði aftur á sinni.
Sparikassin ætlar sær víðari ræsur
Um framtíð Sparikassans, segði Óli Marner Christiansen, formaður víðari: Tað er eingin loyna, at sparikassin hevur ein sera stóran marknaðarpart í Norðoyggjum og Leirvík. Hetta er sjálvsagt nakað, sum vit fegnast um, men tað merkir eisini, at møguleikarnir fyri vøksturi eru avmarkaðir. Skal sparikassin vaksa munandi í verandi virkisøki, skal ein stór menning fara fram í økinum. Vit trúgva avgjørt at hetta er møguligt, men hinvegin hevur tað nakrar vansar við sær at vera so bundin at einum lokaløki, sum aftur er so bundi at eini einstakari vinnugrind.
Hendan ásannan krevur av okkum, at vit taka støðu til, um sparikassin framhaldandi skal halda seg til verandi øki, ella um sparikassin skal bjóða seg fram aðrastaðir í landinum eisini.
Nevnd sparikassans arbeiðir við eini ítøkiligari framtíðarætlan, har hesin spurningurin inngongur.
Sparikassin merkir javnan, at onnur øki í landinum ynskja at Norðoya Sparikassi kemur hagar. Ítøkiligar áheitanir eru komnar áðrastaðni frá, eisini fær sparikassin nógvar lánifyrispurningar, serliga úr Eysturoynni og Streymoynni."
Tyngdin í Klaksvík
Víðari segði Óli Marner Christiansen: "Uttan mun til um sparikassin velur at stovna deildir aðrastaðni ella ikki, so liggur eitt fast, og tað er, at tygndin og kjarnan í viersemi sparikassans altíð verður í verandi øki.
Eitt annað, sum ger tankarnar um at víðka deildarnetið meiri aktuellar, er, at útlendskir fíggingarstovnar eru farnir at bjóða seg fram í Føroyum – serliga á vinnusíðuni – og vit kunnu rokna við, at eisini Norðoya Sparikassi fer at merkja hesa øktu kapping. Talan er fyrst og fremst um íslendskar fíggingarstovnar. ein teirra hevur deild í Føroyum, og onkrir aðrir bjóða seg fram beinleiðis úr Íslandi. Vit síggja nú, at tey ósjónligu mørkini, sum fyrr vóru galdandi bæði innanlendis og millumtjóða, eru um at blíva burtur.
hetta er alt ein partur av altjóðagerðini."
Nøgdsemi
Tað vóru teir, sum tóku orðið á aðalfundinum, hóast orðaskiftið vanliga ikki er drúgvt, so vórðu tað teir sum tóku orðið, millum aðrar Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, Jóannes Hansen, hjá Kartin í Svínoy, Absalon í buð og aðrir og sum skiltist á monnum, so vóru teir í tí stóra nøgdir við arbeiðið, sum verður gjørt í sparikassanum og tað tóktist sum um tað var breið semja um, at sparikassin eigur at víðka ræsurnar nakað geografiskt. So tað næsta vit frætta verður helst at sparikassin fer um Lorvíksfjørð við størri slagkraft enn hann higartil hevur havt Lorvíksmegin.




