Tað ljóðar kanska eitt sindur uppafturgrivið at tosa um Norðoyastevnuna nú. Men tað er ongantíð ov tíðliga at siga sína hugsan um nakað, ið skal leggjast til rættis, og serliga ikki, tá tosað verður um stórar broytingar. Tá er nevniliga ongantíð ov tíðliga at kasta bóltin upp.
Fleiri ferðir hevur Norðlýsið her í hesum teigi fírt uppundir, at vit áttu at gjørt stórar broytingar við tilrættaleggingini av Norðoyastevnuni. Vit hava ført fram, at Norðoyastevnan átti meira at verið karmurin um okkara tjóðarítrótt, nevniliga kappróðurin, og tí áttu sum mest av fyriskipaðu tiltøkunum at verið kring um kappróðrarøkið.
Í gomlum døgum var Vágstún einasti miðdepulin í býnum. Tíðin hevur broytt hetta, nú er Vágstún ikki einasta plássið í býnum har til ber at hava stór tiltøk.
Føroya Sjómannadagur og Summarfestivalurin hava gingið á odda at funnið onnur øki, Sjómannadagurin brúkti í nógv ár Stengurnar, ímeðan Summarfestivalurin brúkar Sandin.
Í ár valdi Føroya Sjómannadagur at gera eina roynd úti í Klaksvík. Tað vóru ymsar meiningar um hvussu hetta fór at eydnast. Men nú tiltakið er farið afturum og vit eftirmeta, so sæst, at hetta økið er sera væl egnað til at halda Sjómannadagin á.
Hugsa vit okkum so fram til Norðoyastevnuna 2015, so síggja vit fyri okkum at Norðoyastevnan brúkar royndirnar hjá Sjómannadegnum og ger økið kring kappróðurin so áhugavert sum gjørligt.
Norðoyastevnan hevur eitt stórt serstakt tiltak á skránni, og tað er kappróðurin. Tað eigur at vera funnin fressur hjá fyrireikarunum, at byggja Norðoyastevnuna rundan um hetta serstaka og fantastiska tiltak við at gera tað til eitt ”must” at fara til kappróður, tí tað er á kappróðrarøkinum at kalla alt hendir.
Hinvegin hevur tað mangan verið leiðiligt hjá okkum at fara til kappróður á Norðoyastevnu, seinastu árini hevur ikki verið nógv fólk har. Í staðin hava tey sitið inni hjá vinum og kenningum kring økið, fyri ikki at tala um øll, ið hava sitið í bilum ymsastaðni har útsýnið hevur verið gott til kappróðrarøkið.
Nú hevur Føroya Sjómannadagur havt eitt tiltak úti í Klaksvík, sum vísti, at økið er sera væl egnað til slík tiltøk. Harafturat hava góðar kreftir í lokaløkinum skotið upp, at gjørt hetta økið til nakað heilt serligt, so hví ikki royna tað á Norðoyastevnuni 2015 um lív og heilsa verður?
Oliver




