Nógv tilrigging er farin fram hesar dagarnar, og ímorgun løgdu menn seinastu hond á verkið.
Býurin er fríðkaður, veðrið er sera gott og lágættin er fjálg. Kring um í býnum hava menn frá kommununi, vinnuni og sjálvboðin gjørt sítt til at fríðka um býin, so nú eru karmarnir so gott sum klárir.
Longu í kvøld verður ferðslan í miðbýnum skipað annaleiðis enn vanligt, so hjá fremmandafólki er helst ongin vandi, tí tey halda seg helst til skeltini, ímeðan vit onnur, sum koyra í býnum dagliga helst skulu vera meira varðin, soleiðis at vit ikki koyra skeivt "av gomlum vana", uttan at geva okkum far um nýggju ferðsluskeltini.
Nógv ymiskt er á Norðoyastevnuskránni ídag, eitt nú verður skipað fyri einum fótbóltsliði íkillum KÍ og HB, har bæði liðini eru mannað við leikarum frá 80-unum.




