Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnan verður næsta vikuskiftið

NFÍ

Fríggjadagin 26. mai verður stevnan sett av Signhild V. Johannesen forkvinnu í mentanarnevndini

Fríggjadagin 26. mai verður stevnan sett avSignhild V. Johannesen forkvinnu í mentanarnevndini

Tá skipar Betri eisini fyri barnatiltaki á tivoliøkinum,har Bassa føðingardagur verður hildin

og koma Angela og Hannibal at undirhalda.

Allar dagarnar verður stórt tivoli og hoppiland.

Leygardagin 27. mai byrjar fyrsti FM kappróðurin, eftir kappróðurin kemur BuBu at framføra á tivoliøkinum uppi fótbóltskýlið.

Í ár hava vit sera áhugaverda broyting til leygarkvøldið í Vágstúni.

Klokkan 19 kemur Stórmeistarin í Talvi á Talvborði í Vágstúni,at telva snartalv.

Felagssangurin er nú fluttur fram til klokkan 22.30.

Tískil verður leygarkvøldið nógv fjølbroyttari enn áður.Klokkan 22 fara Hilmar Jan og Robert McBirnie at hava stórt undirhald á pallinum í Vágstúni.

Klokkan 22:30 verður felagssangurin, saman við góðum spæli frá harmonikuspælarinum í Vágstúni.

Klokkan 23 fer Vestmenn at spæla og syngja góðar sangir.

Klokkan 23:30 framførir Klaksvíkar hornorkestur.

Í ár fer hin framúr góði frásøgumaðurin Jóannes Hansen, sum er ein sera kendur Klaksvíkingur, sum er búðsitandi á Toftum, at halda midnáttarrøðuna.

Eftir midnáttarrøðuna verður tórt fýrverk.

Ikki minni enn Tveir stórdansir vera á Norðoyastevnu leygarkvøldið.

Í Badmintonhøllini spæla Danny & The Veetos. ÍKí høllini verður dansur við 4Menh, í dansinum við 4Menh er 21 ára aldursmark.

Sunnudagin 28. mai klokkan 14 byrjar tann stórsligna skrúgongan í Klaksvíksgarðinum, heim í Vágstún har Marjun Lómaklett prestur flytur fram røðu.

Klokkan 15 sunnudagin verður fótbóltur í Effo-deildini, tá Kí tekur ímóti 07 Vestur.

Eftir fótbóltin koma Trølla Pætur og omman at framføra á tivoliøkinum.

Fleiri lista framsýningar vera runt um í býnum.

Nógv annað verður á skránni, skráin verður at síggja íkomandi viku á www.nfi.fo

Vælkomin á Norðoyastevnu 2017

NFÍ, nevndin

Harleyfacadeacryl