Vit vita at tá Norðoyastevnan liggur beint fyri, so er av álvara farið at nærkast til summar og sól. Í ár hava vit ikki haft nógvar góðar sólríkar dagar, men vit fáa ábendingar um at eisini vit Norðoyingar og Klaksvíkingar eiga okkara pláss undir sólini.
Norðoyastevnan fellir tíðliga í ár, seinasta vikuskiftið í mai og tískil restar ein vika í av møguligum góðum sóldøgum, har ein hevur bygt summarkensluna upp.
Av forvitnisligum tiltøkum er sjálvsagt tjóðarítrótt okkara, kappróðurin. Í blaðnum er longri samrøða við bátsformannin á Klaksvíkingi Benjamin Isaksen. Ættarliðsskifti er umborð á Klaksvíkingi og spenningurin er øgilgur undan startskotinum – nú skulu súru venjingartímarnir umsetast til gull og heiður har hvør spong skal strekkjast maksimalt fyri Klaksvíkssakina.
Norðoyastevnan verður sett fríggakvøldi kl. 18.15 norðanvert skýlið. Fyriskipararnir hava kryddað setanina í ár við onkrum forkunnugum og spennandi verður at síggja hvussu tað fer at spæla av.
Norðoyastevnurenningin hjá Treysti verður Norðoyastevnuaftansmorgun kl. 11, har allir aldusbólkar sleppa at royna seg. Barnaróðurin byrjar kl. 13.30 og tey vaksnu byrja kl. 15.00.
Norðoyastevnuaftan er broytt nakað í ár, felagssangurin á miðnátt er fluttur fram til kl. 22.30 og síðani fara Vestmenn at spæla nakrar av sínum frálíku sangum og eftir tað framførir Klaksvíkar hornorkestur síni eyðkendu løg. Miðnáttarsamkoma verður á, ja, miðnátt tá kyndlagonga kemur í Vágstún, har Jóhannes Hansen, samfelagsfrøðingur flytir fram røðu.
Norðoyastevnudag er skrúgonga við bý- og bygdarráðslimum úr Norðoyggjum. Farið verður úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Marjun Lómaklett flytir fram røðu.
KÍ liðið skal í dyst við vágamenn kl. 15.00 og tá verður tjúkt av fólki kring vøllin.
Og børnini, ja børnini hava almikið at undirhaldsmøguleikum, sum eru at finna í skránni á miðsíðunum.
Við vón um nakrar góðar og gevandi Norðoyastevnudagar, har fólk leitað sær út á fund, heilsast og práta og styrkja bondini okkara millum her í Norðoya prúðastu bygd.




