Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnuaftan í góðveðri

Oliver Joensen

Um 9 tíðina í morgun vóru "smádreingir" at síggja uppi á Hálsi á tjørnuni hjá RC-felagnum. Veðrið var av tí allar besta og helt sær líka til miðnátt í kvøld.

Vit fóru ein morguntúr við myndatóli okkara at taka eina mynd, sum skuldi fáa enn fleiri føroyingar til Klakvíkar á Norðoyastevnu. Men sambandið til heimastíðu okkara hevur verið í ólagi stóran part av degnum, so tað hevur ikki borið okkum til at lagt nakað út fyrr enn nú.
Tað var hugaligt í morgun at koma niðan á háls, ein stórur "smádrongur" rokaðist við tjørnina við seglbáti sínum og hóast so lítið lot var har uppi at ilt var at fáa vind í seglini, so var hugnaligt at hoyra heiðafuglin láta  og síggja skýggini reka um tindarnar.