Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnublaðið 2015

NORÐLÝSIÐ

So er aftur Norðoyasstevna á skránni og Norðlýsið er sjálvandi komi í hvørt hús í Norðoyggum og Eysturoy við einum Norðoyastevnublaðið.

– NFÍ skipar fyri Norðoyastevnuni og hava sett saman eina góða skrá sum eisini kann lesast í blaðnum.


– Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtingsmaður vitjaði eftir umbøn okkara inn á Norðlýsið í vikuni, ið fór, og vit fingu eitt lítið prát við hann um Norðoyastevnu, fótbólt og annað, sum hann mintist Norðoyastevnuna frá sínum ungu døgum.  Sum flestu munnu vita, so hevur Vilhelm Johannesen eitt framúr gott minni. 


-Klaksvíkingur er sera væl fyri. Stendur tað upp til Magnus Norðberg, royndan rógvara umborð á Klaksvíkingi, so vinnur Klaksvíkingur, við nýggjum báti,  í ár sítt 6. FM heiti av 6 møguligum seinastu 10 árini. – Men kappingin verður hørð og vit mugu avrika til okkara besta, heldur hann.


-NHR hevur manning við í ár, har Ritan við kvinnum er við eftir at teir annars høvdu ætlað at mannað Sundabátin. – Vit vænta at gera stór framstig gjøgnum árið, sigur bátsforkvinnan.

Blaðið kann eisini lesast niðanfyri: