Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðoyastevnuróðurin 90 ár

Klaksvíkar Róðrarfelag

Vit gera nógv burturúr á 90 ára degnum fyri Norðoyastevnuni og fyri kappróðrinum í Klaksvík

 

Á vágni kappast metnógvar manningar til ársins fyrsta FM-róður í 2026. Spenningurin er øgiligur!

Á kajini er ymiskt gott til góman, FILIP og EMMA úr HOYDØLUM framføra kl. 15, Útistovugarðurin á Trøllanesi selur føroyskan viðskera, føroyskt handverk verður til keyps og NAVIA spílar seg út við sera góðum tilboðum til róðrarfólk og føroyingar annars.

Allir róðrar verða vístir á stórskíggja á kajini.

Øll, sum keypa atgongumerki á netinum https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/3623403/order/main, eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 3.000,- frá Atlantic Airways Vinnarin fær beinleiðis boð frá okkum.

Góðan NORÐOYASTEVNURÓÐUR 2026 leygardagin kl. 13-18.

Vit síggjast á kajini