Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðoyastevnuróðurin

Jóhann Lützen

Í morgin verður Norðoyastevnuróður í Klaksvík

Veðurforsøgnin sær sera lovandi út, og væntandi verða fleiri spennandi róðrar á vágni. Heili 110 manningar luttaka.

Barnaróðurin byrjar kl. 13.30 og vaksnamannaróðurin kl. 15.30. Eftir róðurin handar Jóhanna Christiansen heiðursmerkir í Klaksvíksgarðinum.

Sum vanligt er, plagar Klaksvíkar Róðrarfelag at gera nógv burturúr, tá ið rógvararnir koma í neystið eftir stevnu, og í morgin verður einki undantak.

Neystadyrnar fara at standa víðopnar, og Klaksvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum kappróðraráhugaðum oman í neystið til suppu og annað gott.

Koyr á KRF!

Harleywoodpaint