Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin broytir vanar

John William Joensen

Í Klaksvík hevur verið siðvenja, at handlar og kioskir, sum hava opið sunnudag, hava havt stongt í kirkjutíð, men spurningurin er nú um so fer at vera.

Ein havnamaður ringdi til okkara og greiddi frá, at hann var gestur hjá vinfólki í Klaksvík, nú Norðoyatunnilin lat upp.
Tá komið var út ímóti døgurðatíð sunnudagin gerst matmóðurin varðug við, at hon ikki átti epli inni og havnamaðurin bjóðaði sær til at fara at keypa.
Honum gerst skjótt greitt, at stongt er allastaðni, tí kirkjutíð er og ger tí ikki mætari enn at fara ígjøgnum hugnaliga tunnilin at vita um hann fekk epli í Lorvík. Jú, mín sann, tað bar til, á Statoilstøðini í Leirvík fekk hann epli og glaður fór hann aftur til Klaksvíkar.
Áhugavert verður at síggja hvussu leikur fer næsta sunnudag, men givið er at tað vera dýr epli, um tunnilsgjaldið skal leggjast omaná prísin og harafturat bensinið, men hvør veit, kanska fara fólk uppá motorsúkkluna ella knallertina um illa veit við.