Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin ger mun á fólki

John William Joensen

Leygdagin verðu ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, men munur verður gjørdur á klaksvíkingum, sum fara av bygdini og teimum, sum koma til Klaksvíkar á vitjan

Hettar ljóðar kanska sum møsn, tí lýsingin frá Norðoyatunnlinum kundi ikki verið greiðari:
Frá leygarmorgni 30. september 2006 kl 6 til sunnumorgunin tann 1. oktober 2006 kl 6 koyra øll akfør ókeypis gjøgnum Norðoyatunnilin.!!!!

Men hetta er ikki allur sannleikin.
Tí tað er nú einaferð soleiðis, at gjaldstøðin hjá Norðoya tunnlinum skrásetur bert ferðslu, sum kemur úr Klaksvík og er tað tí altíð ókeypis at koyra til Klaksvík úr Eysturoynni.

– Jú, men fólk skulu altíð báðar vegir!! – Hugsar leiðslan fyri Norðoyatunnlilin óivað!
Hetta er eisini rætt, men lurta nú væl eftir.

Á vitjan í Klaksvík leygardagin
Ein kona og maður úr Eysturoynni ætla sær til Klaksvíkar leygardagin at keypa inn og vitjað vinir og familju.

Tey kunnu koyra ókeypis til Klaksvíkar – men kunnu ikki bíleggja sær kamar á sjómansheiminum, tí tey mugu jú vera farin úr Klaksvík áðrenn kl. 6 sunnumorgunin fyri at sleppa undan tunnilsgjaldinum.
Tey kunnu sjálvandi sova á sjómansheiminum, men eru so noydd at fara upp á miðjari nátt og tað er neyvan nakar, sum við vilja brítur svøvn ein halgan sunnumorgun.

Klaksvíkingar á vitjan í Havn
Ein kona og maður úr Klaksvík ætlað sær leygardagin ein hugnaligan familjutúr til Havnar.

Tey fara úr Klaksvík leygarmorgunin og geva sær góðar stundir at vitjað SMS, Skemmuna og hvat alt annars eitur í handilslívinum í høvðusstaðnum. Tey hava bílagt sær kamar á Hafnia og kunnu í friði leggja seg til hvíldar á kendu høvuðsstaðar borgini.

Sunnumorgunin eru tey til stóra morgunmatarborði á Hafnia og tá tað fer at nærkast middegi fara tey av hotellinum at vitja familju. Tey eta døgurða hjá abbabeiggja á Argjum, millummálar hjá syskinnabarnið í Hoyvík og síðani fara tey á møti í Ebenezer. Eftir møtið eta tey nátturða hjá eini mostir og síðani gongu leiðin endiliga aftur til Klaksvíkar.

Tá gjaldsstøðin jú ikki skrásetur ferðslu úr eysturoynni kundu tey vitjað kring alt meginlandið og komið aftur til Klaksvíkar tá tað lá fyri – framvegis ókeypis sjálvandi.

Niðurstøða
Nú hevur lesarin kanska skilt yvirskriftina og kunnu vit staðfesta at leygardagin verður tað meira ókeypis hjá klaksvíkingum at fara ígjøgnum Norðoyatunnilin enn tað verður hjá teimum sum eru so óheppin at búgva hinumegin fjørðin.

jwj