Kl. 03.30 í nátt sprongdi arbeiðisliðið Borðoyarmegin eina salvu, sum gjørdi at sprongt nú er tvørtur um helvtina av teim 6.155 metrunum, sum longdin á Norðoyatunnlinum verður.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum sigur, at arbeiðið gongur stak væl við tunnlinum. Hóast arbeiðisliðið Borðoyarmegin framvegis hevur nakað av trupulleikum av vatni, so megnaðu teir at spreingja seg 60 metrar inn í síðstu viku og tað er nakað omanfyri miðal.




