Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin setir gongd á

John William Joensen

Beint tá Norðlýsið fór til prentingar, komu umboð fyri Klaksvíkar Býráð, IRF og orkumálaráðið aftur av flatlondum, har menn hava verið og kunnað seg um hitaleiðingar.

Orsøkin til ferðina er, at tankar eru frammi um at brúka avlopshitan frá IRF í Klaksvík. Sum skilst er hetta ein møguleiki tá tunnilin kemur, tí tá skal bera til at leggja hitaleiðingar um tunnilin til ymisk almenn endamál í Klaksvík.
Vit fara helst at frætta meira um hetta málið seinni, men sum skilst, verður fyrst og fremst at veita hitan frá Brennistøðini á Hagaleiti til eitt nú svimjihøllina, ítróttarhøllina og møguliga skúlar við.
Tað at menn eru farnir ígongd við rundkoyringina við posthúshornið er helst eisini orsakað av at Norðoyatunnilin nærkast.
Men tað er ikki bert á tí almenna økinum at Norðoyatunnilin skundar undir hugflogið.
Ikki bert hugsanir, men eisini arbeiði verður í hesum døgum gjørt við at fáa ígongd eitt handilssentur í miðbýnum í Klaksvík. Hvussu langt hetta arbeiðið er komið er ikki alment enn, men Norðlýsið frættir frá rættuliga álítandi keldum, at fíggingin til eitt slíkt handilssentur er komin væl áleiðis.
Og sum nakað spildurnýtt frættist eisini nú um dagarnar, at ætlanir eru frammi í Klaksvík um at byggja á økið við Nólsoyar Pálls Gøtu, frá Statoilstøðini og norður ímóti Shellstøðini.
Hvørjar neyvar ætlanir eru við hesi bygging vita vit ikki enn, men vit fara at frætta meira um hesar ætlanir tá tær eru búnar til tess.
Sigast má, at hóast samfelagið her enn lítið og einki hevur sæð til Norðoyatunnilin, so taka menn projektið í størsta álvara og eru farnir undir at fyrireika seg til stórbroytingarnar í fara at koma við hesum stóra átaki fyri Norðuroyggjar.

Harleywoodpaint