Fyri kortum varð kunngjørt, at Norðoyatunnilin skuldi sprongjast ígjøgnum 28. juni, men dagurin er nú settur til 25. juni.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á P/F Vágatunnlinum sigur við Norðlýsið at tað hevur gingið so mikið væl í seinastuni, at teir nú hava avgjørt, at skotið verður ígjøgnum undir Lorvíksfirði leygardagin 25. juni.
Uppá fyrispurning okkara um hetta hevur nakað við kongaligu vitjanina at gera sigur Dávur R. Hansen, at tað hevur tað ikki, einasta orsøkin til at hátíðarhaldið verður framskundað er, at vit vera liðnir tá.




