Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, fegnast um at alt fleiri tosað um norðoyggar sum eina kommunu
Í vikuni gjørdu Klaksvíkar Kommuna og Strandferðslan sáttmála um ferðaseðlakostnaðin til Kalsoynna. Sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Býráð er Rani Nolsøe upphavsmaður til sáttmálan, sum er avtala um prísskipan fyri flutning av ferðafólki við Oyggjaleiðum á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal.
“..Sáttmálin fevnir um allar íbúgvar á Kalsoynni, ið eru borgarar í Klaksvíkar Kommunu. Somu borgarar fáa allir útflýggjað eitt samleikaprógv, ið skal vísast við fráferð. Upphæddin, sum tey ferðandi gjalda við fráferð er 5 kr fyri børn 7 – 15 ár og 10 kr fyri ung 16 ár og eldri.Klaksvíkar Kommuna stendur fyri fyrisitingini av samleikaprógvum, herundir innsavnan av persónligum upplýsingum og útbýting av samleikakortum til íbúgvarnar, ið eru fevndir av avtaluni. Klaksvíkar Kommuna hevur samstundis ábyrgdina av at kalla inn aftur samleikaprógv, um íbúgvi flytur úr Kommununi….” stendur at lesa á heimasíðuni klaksvik.fo
Fleiri tosa um samleggingar
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri fegast um, at alt fleiri tosað um samanlegging.
– Í løtuni eru vit í samráðingum við Svínoyar Kommunu, men eftir tí at døma sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum, eru tað fleiri, sum síggja møguleikarnar í at leggja saman við Klaksvík.
– Men enn hevur so eingin onnur kommuna í norðoyggjum kontakta okkum um at fáa samráðingar í lag og tí halda vit fram at arbeiða fyri einum positivum samstarvið.
Norðlýsið skrivaði herfyri at bygdarráðið í Hvannasundi hevði samtykt at taka upp samráðingar um eina møguliga samanlegging, men borgarstjórin hevur einki frætt um hetta.
– Eg kann bara siga sum er, at vit einki formligt hava fingið at vita frá Hvannasunds Kommunu um at teir ynskja at fara inn í samráðingar um eina møguliga samanlegging.
Norðoyggjar ein góð og sterk kommuna
Borgarstjórin í Klaksvík sær norðoyggjar sum eina stóra, spennandi og sterka kommunu.
– Eg trúgvi at vit fara at fáa eina sera áhugarverda kommunala eind um allar norðoyggjar verða samanlagdar í eina kommunu.
– Um hugt verður eftir teimum bygdum, sum í dag eru uppi í Klaksvíkar Kommunu so verður arbeitt miðvíst at uppdatera tær.
– Allir borgarar í kommununi skulu hava sóttreinsað vatn og verður hetta veruleiki um ikki so langa tíð og á Kalsoynni eru vit m.a., umframt ymiskt viðlíkhald og nýgerð, eisini í ferð við at gera ein fotbóltsvøll.
– Tað at økið verður samskipað ger eisini at møguligt verður at samskipað íløgurnar kring um í økinum. Klaksvík hevur í dag stóra tørv á økjum og tað fáa vit í einari samanlagdari komunu.
– Fremsta málið hjá einari samanlagdari kommunu verður at betra um samferðsluna í økinum og har síggið eg tunnlarnar norður um fjall og farleiðina til Svínoyar og Fugloyar at hava alstóran týdning.
– Í Klaksvík fara vit um ikki so langa tíð at klára at nøkta tørvin á barnaansingarøkinum og grundstykkjum, men skal alt økið vaksað, so er avgerandi at farleiðirnar í norðoyggjum verða dagførdar.
– Eg haldið at Klaksvíkar Kommuna á øllum økjum hevur roynt at spent seg út. Stórar íløgur eru gjørdar í ungdómsviðurskifti, skúla, barnaansing o.a.. Um vit hugsað okkum norðoyggjar sum ein kommuna við fult útbygdum samferðslumøguleikum norður um fjall, til Kalsoyar og til Svínoy og Fugloy, so síggi eg fyri mær eina spennandi og góða kommunu at búgva í.




