Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyggjar ein kommuna

Oliver Joensen

Skulu Norðoyggjar verða ein kommuna? Sjálvandi og uttan undantak. Vit skulu leggja saman sjálvboðin, uttan sáttmálabindingar og við størstu virðing fyri hvørjum øðrum.

 Gert tú eina binding við eina kommunu, kann hetta hava við sær, at aðrar kommunur verða útihýstar.

Vit hava øll ein møguleika at byrja av nýggjum, eisini tá ið umræður kommunusamanlegging. Tilgongdin í samband við ætlaðu samanleggingina við Hvannasunds Kommunu var óheppin og hevði einki gott við sær. Tað einasta, ið spurdist burturúr, vóru sárandi orð, klandur og stríð. Tá mugu vit minnast til, at talan einans var um tvær kommunur.

Havi sjálv álit á, at vit, sum lata okkum velja at umboða okkara kommunu, vilja øllum borgarum og øllum økjum tað besta. Tá kommunur gera bindingar í sáttmála, sum ikki er løgfrøðisliga bindandi, so er hetta ikki sørt ørkymlandi fyri borgaran, ikki minst tá tey gyltu lyftini virka veruleikafjar.

Hvørja ferð ein sáttmáli verður undirskrivaður av tveimum kommunum, so verður tað truplari hjá kommununum, sum standa uttanfyri, og í síðsta enda kunna vænta at verða tvungnar upp í eina stóra kommunu við lóg. Tá hava hinar kommunurnar fyri langari tíð síðani býtt lagkøkuna (ein skúli til mín og eitt røktarheim til tín) millum sín soleiðis, at tær kommunur, sum koma við seinast, onki stykki fáa av lagkøkuni.

Tað tykist mær sum manglandi álit, at ein sáttmali skal gerast millum kommunur, áðrenn leggjast kann saman. Tá samstarv byggir á álit, er ofta meira í væntu.

Tørvurin er ymiskur hjá øllum kommunum. Tørvurin kann vera alt eftir hvar vit liggja landafrøðisliga og eftir stødd á kommununum. Klaksvíkar Kommuna, sum í hesum førum er stóribeiggi hjá teimun smáu kommununum, má læra seg, at tað ikki altíð er rættast ella lættast at siga JA. Neyðugt er at vera veruleikanærur og einans lova tað, sum er realistiskt, tí vit vita øll, at alt kann ikki lata seg gera. Tí kann tað vera óheppið at lata seg binda við ymsum lyftum í einum sáttmála.

Kommunala útjavningin má og skal koma so skjótt, sum til ber, alt annað er óvirðiligt fyri økini í útjaðaranum. Javnaðarflokkurin hevur í fleiri ár havt ynski um eina kommunala útjavningarskipan, og nú vísir tað seg tíbetur, at aðrir flokkar síggja tað neyðuga í hesum. Okkara oyggjaland er so lítið, og tí er neyðugt at gagnnýta alt landið sum best, og kommununal útjavning er ein treyt fyri, at landið kann leggja fleiri málsøki og harvið almenn arbeiðspláss út til kommunurnar. Við at flyta ein part av fyrisitingini til útjaðaran, flyta eisini ungar familiur við útbúgving til útjaðaran. Hetta økir um trivnaðin í kommununi og um inntøkurnar hja kommununi

Norðoyggjar eiga í felag at átaka sær uppgávur og finna loysnir. Loysnir, sum eru betri enn aðrastaðni í landinum. Vit skulu verða tann besta loysnin upp á á eitt samfelag, sum er samansett av oyggjum, bygdum og býum.
Tá kunnu vit eisini á tí økinum ganga á odda við NORÐOYA KOMMUNU, sum eg haldi vera eitt flott og hábærsligt navn. Vænti ikki at Klaksvíkar kommuna missir sín samleika av tí orsøk.

Tí at Klaksvík er Norðoya móðir,
hon er norðoyinga álit og trygd,
her er menning og nørandi gróður,
her í Norðoya prúðastu bygd.

Signhild V. Joensen
Valevni Javnaðarfloksins

Harleywoodpaint