Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyggjar missa 30 % í Barentshavinum

Hanus Hansen, reiðari

Komandi tíðina fari eg at koma við nøkrum stuttum greinum og viðmerkingum, fyri á greiðan hátt at lýsa hvussu nýggja skipanin kemur at ávirka virksemið hjá JFK Trol og Norðoyggjum eftir 2017

Komandi tíðina fari eg at koma við nøkrum stuttum greinum og viðmerkingum,fyri á greiðan hátt at lýsa hvussu nýggja skipanin kemur at ávirka virksemið hjáJFK Trol og Norðoyggjum eftir 2017

Niðanfyri festi eg meg við Barentshavið, um heildarkvotan fyri 2018 verðurá sama støði sum 2015. Heildarkvotan í 2015-2017 hevur verið á sama støði øllárini.

Í lógaruppskotinum stendur, at landsstýrismaðurin kann nýta 5 % avheildarkvotuni til fiskivinnuroyndir (økiskvotur), og at hann skal selja 25 % áuppboðssølu, t.v.s. at íalt 30 % av heildarkvotuni í Barentshavinum kann verðalutað út/seld øðrum enn teimum, sum hava havt hesi rættindi í mong ár.

 Talvan niðanfyri vísir kvotuna í 2015, tá henda samgongan tók við, og hvørávirkanin verður, um núverandi uppskot verður samtykt:

 

 

 

 

 

 

 

 

Tons heildarkvota

 

Barentshavið 2015:

30.282

 

 

 

 

 

 

25%

5%

Eftir av

Býtt soleiðis:

% av kvotu

Tons

uppboðssøla

royndarkvota

kvotu

Enniberg

23

6.965

-1.741

-348

4.875

Akraberg

31

9.387

-2.347

-469

6.571

JFK Trol

46

13.930

-3.482

-696

9.751

 

 

Kvota íalt

100

30.282

-7.571

-1.514

21.197

 

 

 

 

 

 

 

Sambært talvuni omanfyri fer JFK Trol úr 13.930 tonsum í 2015 til 9.751tons í 2018, tvs ein minking upp á4.179 tons – hetta er víst niðanfyri.

 

 

 

 

 

Minking JFK Trol 2015-2018

2015

2018

Munur

 

 

JFK Trol (tons)

13.930

9.751

4.179

 

 

Umroknað til flak, faktor 2,7

1.548

 

 

Miðalprísur á flaki 47,00 kr. pr. kg, mió. kr.

72.744

 

 

Minking  í hýru mió kr.

29.098

 

 

 

 

 

Sjúrðarberg fiskaði í 2016 fyri júst 71 mió. kr. – t.v.s. at grundarlagið hjáSjúrðarbergi er burtur í 2018.

Í minsta lagið 30 familjur missa inntøkugrundarlagið úr Barentshavinum.Fyri JFK Trol fer hetta at hava við sær, at grundalagið at stuðla upp undir altannað virksemi hjá samtakinum versnar.

JFK Trol kann bjóða á uppboðssøluni, men av tí, at antitrust-markið er6.056 tons, kann JFK Trol ikki bjóða upp á langtíðarrættindi.

Í uppskotinum er eingin vissa fyri, hvussu stórur partur verður seldur sumstutt- ella langtíðarrættindum. Tí er ómøguligt hjá felagnum at liggja við eykaskipi og manning, sum ikki veit sær nakað fast.

Hóast tað ferð eftir ferð hevur verið ført fram av samgonguni, at verandiaktørar ikki verða ávirkaðir av lógaruppskotinum, er nú heilt greitt, atnýskipanin er afturvirkandi. Sambærttí, sum er uppsett, fer JFK Trol frá at hava 46 % av heildakvotuni, til bert athava 32% av heildarkvotuni.

At 2018 verður nýtt sum grundarlag at áseta kvotur, kann fara at hava viðsær, at úrslitið fyri JFK Trol kann fara at verða munandi verri enn omanfyrigreitt frá.

Føroyar eru í stríði við Noreg um áseting av pelagiskum kvotum, og tí erusannlíkindi fyri, at tað ikki verður møguligt at fáa avtalu við Noreg í 2018 umBarentshavið. Um so verður, minkar kvotan hjá JFK Trol heili 6.154 tons ella viðnæstan eini helvt í mun til 2015.

Klaksvík, hin 24. mai í 2018

Hanus Hansen