Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyggjar og eystur- Eysturoy – ein kommuna

John William Joensen

Nú fíggjarlógin fyri 2008 er til viðgerðar í løgtinginum, mugu vit staðfesta, at enn einaferð síggja vit, hvussu trupult løgtingið hevur við at játta pening út um miðøkið. (LEIÐARIN)

Harafturat er samgongan rættuliga ósamd um tey sokallaðu tunnilsmálini, og týsdagin segði løgmaður, at tunnilsmálini vóru ein tikkandi bumba undir samgonguni og øllum tí føroyska samfelagnum.

Hann heitti á tingið um at virka fyri eini semju um eina raðfesting av tunnilsmálunum – ein raðfesting, sum samgongan saman við andstøðuni eigur at gera í felag, segði Føroya løgmaður m.a..

Undir samgongu samráðingunum kom fram, at samgongan var sinnað til at gera Skálafjarðartunnilin til eina almenna verkætlan, sum m.a. skuldi fíggja nógv umtalaða Sandoyartunnilin.

Hesum tankanum hevur formaðurin í miðflokkinum víst frá sær og alment sagt, at miðflokkurin ikki tekur undir við, at landið tekur ábyrgdina av at byggja Skálafjarðartunnilin.

Hvussu leikur fer fram hesum viðvíkjandi, er ilt at meta um, men fyri íbúgvarar í Eysturoynni og Norðoyggjum er tað ein sannroynd, at samferðslukervið í økinum er langt frá nøktandi.

Norðoyatunnilin var eitt stórt framstig – men við bummskipanini merkir hetta í veruleikanum, at hendan samfelagsliga íløgan verður fyri nógv tann størsta partin goldin av borgarunum í økinum kring tunnilin.

Í økinum liggja eisini Fugloyggin og Svínoyggin, sum hava eitt samband, ið onga menning hevur sæð seinastu hálvu øldina. Tyrluflúgvingin hevur skapt ein ávísan regularitet – men hevur sínar greiðu avmarkingar.

Farleiðin norður um fjall til Viðareiðis er so at siga óbroytt seinastu 30 árini.

Tunnlarnir í Kalsoynni eru ongantíð alment tiknir í brúk og líkjast einamest fjallaholum.

Tó er sambandið við Kalsoynna betrað við ferjuleguni á Syðradali.

Eysturoyggin er í nógvar mátar betri fyri landafrøðilga enn Norðoyggjar – við tað at vegir eru til hvørja bygd í oynni – men eisini her standa stórar avbjóðingar fyri framman.

"Tá onkur útlendingur rópar seg Føroya-vin er altíð neyðugt at verða vakin" plagdi fyrrverandi FSF forsetin, Torleif Sigurðsson, sáli, at taka til, og hóast føgur orð frá løgtingslimum, so er tað ein sannroynd, at trupult er hjá økjunum uttan fyri miðøkið at síggjast aftur á fíggjarlógunum, sum skiftandi landsstýrir semjast um.

At leggja Norðoyggjar og alla Eysturoynna saman í eina kommunu er kanska at taka ov rívan til – men spurningurin er um ikki tíðin er komin til at Norðoyggjar og eystari partur av Eysturoynni finna saman til eina stóra og sterka kommunala eind.

Ein tílík kommuna hevði uttan iva verið ein sunn og sterk eind – sum í allar mátar megnaði at nøkta tey krøv, sum borgarin í einum nútíðarsamfelag hevur krav uppá.

Tað verður trupult hjá Føroya løgmanni at finna eina semju um alt landið – um hvør skal bíða, og hvør skal fáa! – Munandi lættari hevði verið at lagt íløgurnar í undirstøðukervið á herðarnar á sterkum kommunalum eindum.

NORÐLÝSIÐ – LEIÐARIN