Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyggjar stóðu saman og fingu fimm tinglimir

John William Joensen

Tað er eingin ivi um at høvdu norðoyingar ikki staði saman um lokalu valevnini so hevði úrslitið ikki verið so gott fyri økið

Nógv hevur verið sagt og skrivað um Føroyar sum eitt valdømi og nú valið er av kunnu vit bert fegnast um at norðoyingar valdu at standa saman um lokalu valevnini.

Tí bleiv úrslitið fram úr gott fyri norðoyggjar og um væl ber til við samgongu og landstýristelvingini so er møguleiki fyri at norðoyggjar eisini fáa sætta umboði á ting.

Um Norðoygingar ikki valdu lokalt hevði Karsten Hansen verið einasta umboði úr norðoyggjum og tað at hann skarar fram úr við nógvum atkvøðum kring landið, skyldast óiva hansara støðutakan í 266b málinum.

Her er ein samteljing av atkvøðutølunum hjá teimum "fantastisku fimm" sum eru valdir í Norðoyggjum.

Bjørn Kalsø
Atkvøður tilsamans 557
Atkvøður úr Norðoyggjum 467
Atkøvður kring landið 90

Karsten Hansen

Atkvøður tilsamans 807
Atkvøður í Norðoyggjum 428
Atkvøður kring landið 379

Jákup Mikkelsen
Atkvøður tilsamans 436
Atkvøður úr Norðoyggjum 407
Atkvøður kring landið 29

Anfinn Kalsberg
Atkvøður tilsamans 549
Atkvøður úr Norðoyggjum 383
Atkvøður kring landið 166

Heini O. Heinesen
Atkvøður tilsamans 415
Atkvøður úr Norðoyggjum 287
Atkvøður kring landið 128

Niðurstøðan er púra greið – norðoyingar stóðu øksl við øksl og atkvøddu fimm umboð á ting við næstan bara lokalum atkvøðum.

Stóru vinnararnir á valinum
fingu sera lítla undirtøku í Klaksvík

Topp skorðarin Høgni Hoydal fekk 50 atkvøður í Klaksvík
Jóannes Eidesgaard, sum gjørdist nummar tvey við 1094 atkvøðum, fekk 25 atkvøður í Klaksvík.
Magni Laksáfoss, sum fekk 979 atkvøður tilsamans, fekk 27 atkvøður í Klaksvík.
Jákup Vestergaard, sum fekk 869 atkvøður, fekk 8 atkvøður í Klaksvík.
Edmund Joensen, ið fekk 469 atkvøður tilsamans, fekk 1 atkvøðu í Klaksvík

Harleyfacadeacryl