Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar eiga 40%í nýggja føroyska flogfelagnum

John William Joensen

Karl Birgir Isaksen, ið er ein av nevndarlimunum í nýggja flogfelagnum FaroeJet sigur, at orsøkin til stóru undirtøkuna í Norðoyggjum kemur helst av at tað er Norðoya parikassi, ið hevur gingið á odda, tá talan er um at seta pening í felagið.

Vit eru ótrúliga væl nøgdir við uppbyggingina av FaroeJet higartil. Felagið stendur á einum tryggum peningaligum grundarlag í útgangsstøðinum, og hartil hava vit fingið starvsfólk við sera stórari vitan um flogfør, ferðafólkafluttning og umsiting, so sigast má, at grundarlagið sum lagt er undir felagið er framúr gott, sigur Karl Birgir Isaksen, nevndarlimur í FaroeJet.

Fara at kappast í tænastu og prísi
Uppá fyrispurning okkara, um vit vanlig ferðafólk nú kunnu vænta okkum nógv lægri prísir á rutuni, til Danmarkar, sigur Karl Birgir, at ferðandi helst longu hava lagt til merkis, at prísirnir eru kvinkaðir niðureftir samanlagt, síðani FaroeJet varð stovnað.
Sjálvandi taka vit kappingina upp við allar kappingarneytar, eisini tá talan er um prísir á ferðaseðlum, men hinvegin leggja vit stóran dent á eina dygga tænastu til viðskiftafólk okkara.
Eisini haldi eg at vit eru sera væl fyri við royndum starvsfólkum og tað fara viðskiftafólk okkara at merkja.

Í Keypmannahavn við FaroeJet
Mánadagin vórðu so føroysku fjølmiðlarnir boðnir ein túr við nýggja flogfarinum hjá Atlantsflog. Flogfarið er av sama slag sum vit frammanundan hava sæð í Føroyum, og  er flogfarið leigað. Tað er fimm ára gamalt og er eitt sera framkomið flogfar.
Tú legði beinanvegin til merkis, at meira pláss var til ferðafólkini í stólunum. Setrini vóru leðurbetrekt og harafturat breið og gott pláss var til beinini, so sigast má, at FaroeJet hevur hildið orð, tá tosað verður um góða tænastu.
Forkunnugt var eisini at fáa heitan mat á ferðini, vit fingu at vita, at heiti maturin kom frá Hotel Vágum, til ferðina úr Føroyum, men at til heimferðina bleiv maturin keyptur í Keypmannahavn. Hvussu hetta fer at roynast framyvir verður áhugavert at síggja, men vit hildu, at maturin á ferðini niður var munin betur enn hann á heimferðini.

Gjald fyri drykkir
Tá talan er um alkohol, sum verður nýtt umborð, so hevur FaroeJet nýggja strategi. Tú skalt sjálvur gjalda fyri tað tú drekkur av øl og snapsum umborð. Ført hevur verið fram, at órættvíst hevur verið, at eitt nú avhaldsfólk skulu gjalda fyri tey, ið fáa sær ein lítlan og tí hevur FaroeJet gjørt av at gjaldast skal fyri øl, vín og brennivín.
Tað sum kanska stendur eitt sindur í andsøgn í hesum sambandi er, at ferðafólk, sum keypa ferðaseðil við FaroeJet, fáa ókeypis ferð við Strandferðsluni, tað vil siga, at fert tú úr Suðuroynni, so er gjaldið fyri Smyril við í ferðaseðlinum, eisini hjá honum, sum fer úr Vágunum og í flogfarið.

Framtíðarætlanir
FaroeJet ætlar sær ikki at liggja á løtu síðuni og hevur ætlanir um at økja um flotan við einum flogfari afturat so skjótt høvið býðst.
Felagið hevur eisini valt at opererað útfrá Keypmannahavn. Hetta kemst fyri ein part av, at ikki er rúm fyri FaroeJet í hangarinum á flogvøllinum, men eisini tí at felagið ætlar at taka ymiskar leigutúrar og til hetta er Kastrup meira sentralt enn Vágarnar.
Samanumtikið kann sigast, at tað virkar eitt sindur ógvusligt, at vit nú hava tvey føroysk flogfeløg, sum flúgva uppá Føroyar. Men hinvegin er hetta helst ein staðfestan av, at føroyskar fyritøkur nú og framyvir fara at gera seg meira galdandi uttanfyri okkara egna dunnuhyl, tí bæði føroysku fløgfeløgini satsa nógv uppá inntøkur í útlandinum og tí mugu vit siga, at hetta nýggja átakið boðar um nýggjar tíðir um visjónir um, at eisini vit ætla at kappast í altjóða høpi.
Vit fara við hesum at ynskja FaroeJet góðan byr framyvir.