Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoyingar eiga helst Føroya dýrasta veðr

Eiðis kommuna

Heystfagnaðurin á Eiði var um vikuskifti, og í tí sambandi var árliga uppboðsølan eisini á skránni.

Seld vórðu 11 lambskrov, 1 básalamb, 3 neytafjórðingar og ein veðrur. Peningurin fer til at víðari útbyggja tiltakið. Í nøkur ár hevur verið serliga spennandi at vita hvussu nógv veðrurin mundi fara fyri og í ár var einki undantak.

Tað hoyrdist, upp undir tiltakið, at tveir bólkar av ungum monnum høvdu sligið seg saman og ætlaðu at kappbjóða. Talan var um sokallaða Svanareiðrið á Eiði og somuleiðis høvdu nakrir ungir norðoyingar eisini sligið seg saman at bjóða.

Sigast má at norðoyingarnir settu Eiðismennirnar so dyggiliga upp á pláss, og endaðu við at keypa veðrin fyri heili kr. 36.500,00. Ungu norðoyingarnir høvdu reiðan pening við sær og guldu peningin á staðnum.

Talan er helst um dýrasta veðrin í Føroyum nakrantíð.