Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar fáa propp

Danial Viðoy

Aftur í gjár var bilproppur í tunlunum norður um fjall. Hetta tálmaði fólkið gott hálvan tíma. Norðlýsið hevur fingið myndir frá einum ofri.

Aftur í gjár var bilproppur í tunlunum norður um fjall. Hetta tálmaði fólkið gott hálvan tíma. Norðlýsið hevur fingið myndir frá einum ofri.

Undirritaði fekk nakra myndir frá einum, sum endaði í einum proppi í tunlunum í gjár. Hesin segði, at hetta var við til at tálma ørindunum, hann hevði í Klaksvík.

Túrurin til Klaksvíkar seinnapartin í gjár varð tí til fánýtis. Í morgun fekk hesin so gjørt síni ørindi í handlinum, sum júst var latin aftur í gjár, tá ið hann at endanum kom til Klaksvíkar.

Sum so ofta varð bíðað í millum tunlarnir, sum tað eisini sæst á myndunum.

Tað er nógv tung ferðsla, sum skal í gjøgnum tunlarnar í hesum døgum. Tað er nógv byggivirksemi. Nú er eisini byrjað at asfaltera vegin inn í Dalar, sum er vegurin handan tunnilsmunnan á Viðareiði.

Hesum sleppa íbúgvarnir norðanfyri ikki óskalaðir frá. Væntandi verða fleiri proppar í komandi døgum og vikum.

Tað er ikki undarligt í, at norðoyingar fáa propp.