Klaksvíkingarnir Petur Juul Samuelsen, Eliesar N. Lydersen og haraldssundsmaðurin Brandur K. í Kongsstovu standa fyri stórari verkætlan á bretskum sjóøki
Klaksvíkingarnir Petur Juul Samuelsen, Eliesar N. Lydersen og haraldsundsmaðurin Brandur K. í Kongsstovu standa fyri stórari verkætlan í bretskum sjóøki
Týsdagin 28 mars byrjaðu fýra stórir akkerhálarar at hála akker fyri hotell pallin COSL Rival. Pallurin skal flytast frá Judy olju leiðini, á bretskum sjóøki, til Kristiansand í Norra. 12 akker hildu COSL Rival upp á pláss, við síðuna av framleiðslu pallinum á Judy leiðini, ein brúgv lá ímillum báar pallarnar til arbeiðsfólk at ganga á. Judy pallurin er blivin dagførdur og COSL Rival hevur verið nýttur av arbeiðsfólkunum til at sova og eta umborð á.
Klaksvíkingurin Petur Juul Samuelsen er Offshore Installation Manager (Skipari) á COSL Rival. Hann hevur dagligu leiðsluna av pallinum.
Zenith Offshore í Klaksvík stendur fyri arbeiðnum at hála akker, og at flyta COSL Rival. Klaksvíkingurin Eliesar N. Lydersen og Haraldssundsmaðurin Brandur K. í Kongsstovu eru umborð fyri Zenith Offshore, sum towmastarar. Arbeiðið hjá teimum er at samskipa virksemið hjá teimum fýra akkerhálarunum og pallunum báðum.
Sostatt kemur ovasta leiðslan av hesi verkætlan úr Norðoyggjum.
Tey 12 akkerini vóru fest í COSL Rival, við hvør síni skipan av ketum, weirum og polyester trossum. Av tí at hesar skipanir vóru spentar tvørtur um eina rúgvu av rørum og káplum, ið ganga til og frá Judy pallinum, vóru stórar undirvatns boyur festar í tær, fyri at halda teimum uppfrá, so ongin skaði skuldi standast av teimum.
Tað gekk væl at fáa akker og útgerð av botni, seint hóskvøldið varð COSL Rival leysur og sleipaður frá Judy pallinum og sleipið til Kristiansand kundi byrja. Teir vænta at koma til innsiglingina til Kristiansand tíðliga sunnumorgunin. Tá verður pallurin sleipaður at bryggju, har hann skal liggja og bíða eftir arbeiði.




