Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar nýggjan apotekara

(Norðlýsið – Tíðindi)

Mánadagin var móttøka í samband við at nýggjur apotekari er settur í starv á Norðoya Apoteki.

Fleiri fólk vóru komin at taka ímóti nýggja apotekaranum, Kristbjørg Isaksen, ið er 27 ára gomum og ættað úr Gøtu.

Kristbjørg Isaksen tók prógv sum cand. pharm. í 2006 og hevur eitt stutt skifti starvast á Christianshavns Apotek í Keypmannahavn, umframt styttri tíðarskeið í lestrartíðini á apotekunum í Føroyum.

Heri Mørkøre, landsapotekari, segði í vælkomst røðuni, at ætlanir eru um at gera stórar broytingar á Norðoya Apoteki. Tá apotekið opnaði í 60unum var heilivágsframleiðsla á Fornagørðum, men í dag verður eingin heilivágur framleiddur á apotekinum. Av tí at hølini ikki eru stórvegis broytt síðani tá, verður nú fari í gongd við at broyta innrættingina, soleiðis at hon verður meira nútíðarhóskandi, soleiðis at apotekið líkist meira einum sjálvgreiðsluhandli enn tað ger í dag.

Kristbjørg ætlar sær at búgva uppi á apotekinum og í hesum sambandi veður íbúðin á ovaru hædd moderniserað.

Kristbjørg tók við starvinum tann. 1. desember.