Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar!

Oliver Joensen

Íverksetan fær alsamt størri týdning í krepputíðum. Júst tá snýr tað seg um at skapa fortreytir, sum kunnu seta ferð á nýhugsan og íverksetan.

Tí skipar Íverksetarahúsið fyri almennum fundi um nýhugsan og íverksetan fyri øllum áhugaðum. Fundurin verður í klaksvík mánakvøldið 15. Des. í nýggju snotisligu Eik hølunum á Bøgøtu.

Kvøldið byrjar kl. 19:45 til fólkatónarnar hjá Hanusi G. Johansen.
Hilmar Sam Lamhauge bjóðar vælkomin og presenterar nýggja Eik Banka í Klaksvík.

Annika Steintórsóttir fer at greiða frá virksemi og úrslitum hjá Íverksetarahúsinum higartil.

Kitty May Ellefsen kemur harnæst at tosa um at vilja og tora – eisini út frá egnum royndum.

Eftir ein kaffisteðg við fleiri kendum tónum frá Hanusi, kemur stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, í sínum uppleggi at vísa, hvussu vegurin frá byrjan til vøkstur og menning kann fyrireikast og hvussu avbjóðingarnar kunnu taklast.
Fundurin endar uml. kl 21:30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Íverksetarahúsið