Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingur á veg til Hetlands

Oliver Joensen

Við Jógvan S sum fylgisneyta, eru róðrarfólk úr Norðoyggjum nú á veg við kappróðrarbátinum Norðoyingi til Hetlands.

Í morgun frætti Norðlýsið at menn ætlaðu sær úr Hvannasundi í morgun kl. 11 við kappróðrarbátinum Norðoyingi, og at ætlaninar vóru at rógva til Hetlands.
Vit fóru við báti av Borðoyarvík við myndatólinum, og hittu teir umleið ein fjórðing suður úr Svínoynni.
Menninir vóru við gott treysti og væl gekkst at rógva tá. Ferðin lá um einar 4 fjórðingar um tíman og við sær høvdu teir Jógvan S, sum móðurskip og stuðul á ferðini.
Tá vit vóru upp á síðuna á teimum um trýtíðina ídag, róðu allir átta menninir. Men teir søgdu okkum, at ætlanin var, at tveir skuldu hava frívakt í senn, soleiðis at teir roknaðu við at seks mans skuldu rógva alla tíðina.
Frammi í skutinum høvdu teir rigga sær eitt ból til, soleiðis at menninir á frívakt kundu sova, høvdu teir hug til tað.
Tá vit spurdu hvussu leingið teir væntaðu at túrurin fór at taka, søgdu teir, at teir vónaðu at vera í Hetlandi um einar fýra dagar, um so var at veðrið var til vildar.
Jógvan S, sum fylgist við Norðoyingi hevur gjørt seg væl út til at taka menninar umborð, um illa skuldi viljað til.