Hesa vikuna hevur búskaparbreytin á Miðnám á Kambsdali vitjan av næmingum og lærarum úr Íslandi, Letlandi og Finnlandi
Tey vitja í samband við eina Nordplus verkætlan og arbeiða við evninum burðardygg ferðavinna.
Endamálið við vitjanini er at hava altjóða samstarv og at kanna hvussu burðardygg ferðavinnan er í hesum fýra londunum. Verkætlanin er byrjaði í 2018 og endar í 2020.
Gestirnir eru í Føroyum í eina viku. Hesa vikuna verður m.a. vitjað á Hotel Hafnia, rundvísing í Havnini, fyrilestur frá Pól Sundskarð, gangitúr í fjøllunum, Saksun, Kirkjubø o.s.fr.



