Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki á Kósini við 86.000 pundum

Oliver Joensen

 Um sekstíðina ímorgun kom Norðsøki á Klaksvík eftir at hava roynt undir Íslandi í 8 dagar. Eyðólvur Vang, skipari og eigari sigur, at veðrið hevur verið gott á túrinum, bert ein sjaskdagur, og hartil hevur fiskiskapurin verið góður. Besta dagin mundi tátta í 19.000 pund. Tá eg sigið 86.000 pund, so er tað tað, vit hava mált niður. Hetta er fyrsti túrurin hjá okkum við hesum skipinum, so vit kenna ikki lastina rættuliga.

Uppá fyrispurning um hvørjar ætlanir Eyðólvur Vang hevur við Kallanes, sum hann eisini eigur, sigur hann, at ætlanin er at Kallanes eisini skal rógva út undir sama reiðaríið. Nær Kallanes fer aftur í vinnu veit Eyðólvur ikki at siga, men helst verður tað einaferð í august.

Norðsøki fer eftir ætlan aftur á íslandsmiðini mánakvøldið.

Harleywoodpaint