Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðsøki fer at sigla heim av íslandsmiðunum í dag

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani frættu vit frá Norðsøka, ið hevur verið undir Íslandi við snellu. Tíðin hjá teimum er úti nú fyri hendan túrin. Teir siga, at tað hevur ikki gingið so væl í gjárkvøldið og í dag hjá teimum. Teir ætlaðu at teir skuldu fáa fult skip í dag, men tað hevur gingið striltið.

Tó, túrurin hevur verið góður samanlagt, Norðsøkið hevur sløk 70.000 pund nú hann fer at sigla heim. Teir rokna við at fara at sigla tíðliga seinnapartin og seta nøsina upp eftir at landa á Klaksvík fríggjadagin.

Líðhamar er eisini á íslandsmiðunum, teir hava roynt í einar fýra dagar og hava um  30.000 pund inni. Líðhamar fór seinni yvir enn Norðsøki og hevur tí nógvar dagar eftir at fiska í.

Harleywoodpaint