Fyri løtu síðani tosaðu vit við Eyðólv Vang, skipara á Norðsøka. Norðsøki er á snelluveiðu eftir upsa undir Íslandi og fiskiskapurin hevur bara verið góður síðani teir komu yvir, sigur Eyðólvur Vang. Vit eru bert fýra mans við og vit fingu 10.000 pund fyrsta dagin, 7.000 pund fyrradagin og 12.000 pund í gjár, so vit kunnu ikki lata illa at.
Veðrið var sera gott teir fyrstu dagarnar, men nátt rullaði illa, tó er frægari ídag. Men tá vit tosaðu við Eyðólv í morgun lat hann onki at fiskiskapinum higartil ídag. Líðhamar er eisini undir Íslandi, báðir bátarnir eru í Reynsfjarðardýpinum í løtuni.




