Í farnu viku samdust P/F Bakur í Tjørnuvík við Ásbjørn Djurhuus og fleiri og P/F GPS við Hanus Hansen og fleiri í Klaksvík um sølu- og keypssáttmálan.
Ásbjørn Djurhuus í Tjørnuvík sigur, at hjá okkum er tað natúrlig orsøk til søluna, vit eru farnir at eldast, elsti maðurin er omanfyri 70 og hinir eru tætt uppiundir, vit hava fingið ein prís, sum vit eru nøgdir við, tað er støðan.
Norðsøki er elsta skip í Føroyum, ið enn er til fiskiskap. Vit hava átt Norðsøka í 17 ár nú, seinastu fimm árini hevur hann verið á snelluveiðu, Jørgen Djurhuus hevur verið skipari og Jóhan Karl Djurhuus hevur loyst hann av.
Tá vit spyrja Ásbjørn Djurhuus hvat hann fer at gera nú, sigur hann, at nokk er at takast við, vit eiga bróðurpartin í Bátafisk við skipunum Mýlingi og Vulonteer. Hevur tú einaferð fingið ”skipabasilluna” í teg, so er hon ring at sleppa av vi, sigur Ásbjørn flennandi, men hinvegin, so er munurin stórur at koma við skipi ídag og fyrr. Fyrr blivu menn umhildnir, sum hættaðu sær undir slíkt ímeðan slíkir menn ídag, mangan vera skírdir nakað heilt annað.
Norðsøki er sum sagt bygdur í 1942. Hann er bygdur úr eik í Holbæk í Danmark.
Uppá fyrispurning um hvat Norðsøki er seldur fyri, sigur Ásbjørn Djurhuus, at teir eru nøgdir við prísin og so vítt hann skilti, so var keyparin tað eisini.
Norðlýsið ringdi eisini til Hanus Hansen. Hann sigur, at tað er sama felag, sum eigur Núp, ið nú hevur keypt Norðsøka. Einamest er tað fyri at útvega Núpi størri íslandskvotu. Men, sigur Hanus, Norðsøki er í góðum standi og hevur fiskidagar undir Føroyum, so hann fer helst at rógva út eisini.




