Árligur fundur hevur verið millum fiskimálaráðharrar, og umboð teirra, úr ES, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Kanada, Noreg og Russlandi hesa vikuna. Noreg var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í Brønnøysund 23- 25 juni.

Høvuðsevnið á fundinum var burðardygg alivinna og økt framleiðsla av sjómati. Í sambandi við at íbúgvaratalið í heiminum veksur almikið næstu árini, verður alt størri tørvur til nøktandi mat til heimin. Tað vísur seg, at munurin millum mattørvin og tað vit kunnu framleiða av mati í heiminum bara veksur. Fiskivinnan kann frameftir ikki framleiða stórvegis meira av mati enn higartil, men hinvegin eru stórir møguleikar í at økja matframleiðslu í alingini. Semja var um, at londini hava eina felags ábyrgd fyri at økja framleiðsluna, og at henda øking er treytað av, at burðardyggleikin í alingini verður settur í hásæti. Ráðharrarnir undirstrikaðu eisini, at verandi nøgd av fiskamjøli kann ikki nøkta tørvin á alifóðri frameftir. Tí er neyðugt at granska í øðrum hættum at framleiða alifóður. Grønland verður vertur fyri fundinum í 2014.