Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðuratlantsbólkurin: Stjórnin er óvitandi

(Norðlýsið – Tíðindi)

Danska stjórnin veit onki um, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi

Í einum svari til føroyska fólkatingsmannin, Høgna Hoydal, sigur danski ráðharrin í loftferðslumálum seg onki vita um, hvussu nógv flogfør flúgva í føroyskum loftrúmi árliga, ella hvørji gjøld verða tikin vegna loftferðslumyndugleikan.







Ráðharrin vísir bert til, at umsitingin er løgd til íslendska loftferðslustovnin.







Høgni Hoydal heldur, at svarið er rættiliga margháttligt: "Danmark kannar sær myndugleikan í føroyskum loftrúmi og hevur av sínum eintingum uttanum føroyskar myndugleikar gjørt avtalu við íslendingar um at hava eftirlit og tænastur í føroyska loftrúmin. Tað merkir ikki, at Danmark kann kasta ábyrgdina frá sær og siga seg onki vita um málið. Í minsta lagi átti danski ráðharrin at kunnað útvegað upplýsingarnar, sum hava stóran týdning fyri ætlanirnar hjá okkum um at fáa fult ræði á egnum viðurskiftum. Ikki minst, nú radarin á Sornfelli verður niðurlagdur, og talan er um, at íslendingar skulu seta upp ein minni radara. Hetta prógvar enn einaferð at føroysk áhugamál reka fyri vág og vind, meðan føoroyska landsstýrið roynir at gykla okkum fyri, at vit eru javnsettir partar og hava veruligt innlit og ávirkan á okkara altjóða viðurskifti."







Føroyski fólkatingslimurin fer nú at krevja svar uppá øll viðurskifti um føroysk loftrúm og fer at biðja um innlit í allar avtalur millum Danmark og Ísland í hesum sambandi og at upplýsingar um gjøld o.a. verða útvegað úr Íslandi.







Norðuratlantsbólkurin











Niðanfyri er svarið, ið Høgni Hoydal fekk frá transportministaranum:







Folketingsmedlem Høgni Hoydal (TF) har den 17. november 2006 stillet mig følgende spørgsmål nr. S 880, som jeg hermed skal besvare.







Spørgsmål nr. S 880:







»Kan ministeren oplyse, hvor mange fly der overflyver færøsk luftrum årligt, og hvordan dette bliver administreret, herunder om der opkræves en afgift, og hvordan denne i givet fald bliver fastsat, kan ministeren endvidere oplyse, hvad det samlede beløb i DKR, som blev opkrævet i 2005, var, og til hvem dette tilfalder?«



Svar:







Af praktiske grunde har Danmark delegeret ansvaret for udøvelse af lufttrafiktjeneste over et større område i Nordatlanten, herunder over Færøerne, til Island. Island er som følge af delegationen ansvarlig for, at der tilvejebringes de nødvendige tjenester til brug for overflyvningen af luftrummet. Efter beslutning i den internationale civile luftfartsorganisation (ICAO), som Danmark er medlem af, er Færøerne beliggende i Reykjavik Flyve Informations Region (FIR). Betaling for brug af tjenesterne i forbindelse med gennemflyvning af Reykjavik FIR følger ICAO’s principper, d.v.s. at alene omkostninger forbundet med tjenesternes tilvejebringelse kan opkræves hos brugerne (luftfartsselskaberne). Tjenesterne i Reykjavik FIR tilvejebringes af den islandske udøver af lufttrafiktjeneste (Iceland Civil Aviation Authorities), som tilsvarende oppebærer de afgifter, som betales af brugerne.







Transport- og Energiministeriet har ingen oplysninger om, hvor mange fly der overflyver luftrummet over Færøerne, endsige hvor stor en del af de samlede afgifter, som ville kunne henføres til dette luftrum.







Med venlig hilsen



Flemming Hansen

Harleywoodpaint