Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurjól 2016 – í dag

Danial Viðoy

Í ár verður tiltakið í Vágstúni og kring jólatræið í dag, leygardagin 3. des. frá kl. 10.00- 17.00.

Tíðindaskriv – Klaksvíkar Kommuna: Annað árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna til Norðurjól – eitt uttanduratiltak fyri alla familjuna, har jólahugnin er í hásæti. Á skránni er m.a. undirhald til smá og stór, og til ber at ogna sær okkurt gott til góman og ein heitan drykk at fløva seg við.

Í ár verður tiltakið í Vágstúni og kring jólatræið leygardagin 3. des. frá kl. 10.00- 17.00. Ævintýraferðin kemur á vitjan, Klaksvíkar hornorkestur spælir og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tendrar jólatræið. Tá ið jólatræið er tendrað syngur Kristina Bærendsen.

Á Norðurjólum finnur tú sølubásar við sniðgivnum føroyskum vørum frá eitt nú Shisa Brand, Joel Cole, Torkilsdóttur og Elsu Bech. Tú kanst ogna tær leskiligir heimagjørdir bitar frá Olevinu Sundsskarð ella vælumtóku rabarbusaftina av Húsum.

Heit suppa, kaffi, te, vafflur fæst til keyps, og tú kanst hita tær hendurnar við grillirnar hjá Skótunum, har til ber at keypa sær ein sneisadrýl at grilla við sjokulátadippið afturvið

Myndaboks er eisini við, so góður møguleiki er at ogna sær eina jólamynd saman við familju, vinum, makanum osfr.

Piparkøkuhúsframsýning er í Eik banka frá kl. 11.00-15.00. Á framsýningini verður møguligt at atkvøða fyri vakrasta húsinum. Eik letur 1.000 kr í gávukorti frá Klaksvíkar handilsfelag til vinnaran, sum verður kunngjørdur kl. 16.00.

Atlantis vísir familjujólafilm Familien Jul i nissernes land tvær ferðir hendan dagin, og handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag hava opið frá kl. 10.00-17.00.


Skrá Norðurjól 2016

10.00: Norðurjól letur upp

10.00-17.00: Sølubásar við sniðgivnum føroyskum vørum og leskiligum heimagjørdum bitum.

10.00-17.00: Matsøla: Heit suppa, kaffi, te, vafflur o.a. Skótarnir tendra grillirnar, og til ber at grilla tín egna sneisadrýl við sjokulátadippið afturvið

10.00-17.00: Myndaboks er opið

10.00-17.00: Handlarnir í Klaksvíkar handilsfelag hava opið

11.00-15.00: Framsýning av piparkøkuhúsum í bygninginum hjá Eik. Til ber hjá øllum at atkvøða fyri Føroya vakrasta piparkøkuhúsi

14.00: Atlantis vísir jólafamiljufilmin Familien Jul i nissernes land

15.30: Jólatræið tendrar, Klaksvíkar hornorkestur spælir, og jólamaðurin vitjar

17.00: Norðurjól letur aftur

19.00: Atlantis vísir jólafamiljufilmin Familien Jul i nissernes land


Sangur og undirhald á pallinum:

11.30: Lilja og Signa

12.00: Dánjal Kjærbo

12.30: Barnakórið Betesda

13.00: Nissurenning saman við Treysti. 2 ymiskar rutur til børn og vaksin

14.30: Ævintýraferðin

16.00 Vinnarin av piparkøkuhúsakappingini verður kunngjørdur

16.30: Kristina Bærendsen

Harleywoodpaint