Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurjól 2016

Klaksvíkar Kommuna

Aftur í ár bjóðar Klaksvíkar kommuna til Norðurjól. Tiltakið í ár verður í Vágstúni og kring jólatræið leygardagin 3. des. kl.10-17. Til Norðurjól vitjar jólamaðurin, tónleikur og undirhald eru á skránni, myndir kunnu eisini takast hjá Myndaboks, og til ber at keypa forkunnugar jólagávur og ymiskt til jóladagarnar.

Ymiskur tónleikur verður á pallinum frá 11-17, t.d. verður Ævintýraferðin kl. 14:30 og kl. 15:30 spælir hornorkestrið, og vit hjálpa borgarstjóranum at tendra jólatræið. Tá ið jólatræið er tendrað, syngur Kristina Bærentsen.

Til ber eisini at vitja piparkøkuhúsframsýningina í Eik banka, sum er opin kl. 11-15. Á framsýningini verður møguligt at atkvøða fyri vakrasta húsinum. Eik letur 1.000 kr í gávukorti frá Kl. Handilsfelag til vinnaran, sum verður kunngjørdur, tá ið jólatræið verður tendrað. Atlantis vísir eisini ein familjujólafilm tvær ferðir hendan dagin, og handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag hava opið kl.10-17.

Meira nágreinilig skrá kemur seinni.