Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurjól – eitt framúr væl fyriskipað tiltak

Oliver Joensen

 Veðurgudarnir vóru við, tá Norðurjól fór av barkastokki longu fyrrapartin í dag og helt á til klokkan var farin um fimm seinnapartin. 

Ein fjøld av fólki komu og fóru í og úr Vágstúni í dag, har Norðoya Kunningarstova hevði sett okkum øllum stevnu til tiltakið Norðurjól, sum varð fyriskipað í samband við at jólatræið í Klaksvík varð tendrað.

Sum sæst aðrastaðni her á síðuni, so var skráin sera fjølbroytt og drúgv, men undir kønari fyriskipanarhond gekk tiltakið sum eftir ánni.

Her nakrar myndir: