Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðurjól leygardagin

Tíðindaskriv

Norðurjól verður leygardagin, tá Vágstún í Klaksvík umskapað til ein jólaligan alheim. Skráin er fjølbroytt, og hevur okkurt at bjóða øllum aldursbólkum. 

Hans Andrias Jacobsen, Bubu og Hallur Joensen verða at hoyra, og hartil verða barnakór og 17 sangara á skrá. Jólatræið verður tendrað kl. 15.30, og tá kemur jólamaðurin á vitjan.

Í samband við tiltakið verður Vágstún stongt frá fríggjadegnum 1. desember kl. 13.00 til leygardagin 2. desember kl. 23.00. Nærri kunning um broytingar í ferðsluni síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. 

Visit Norðoy samskipar Norðurjól fyri Klaksvíkar kommunu, og fyriskipararnir hava fingið eina heilsan frá Bubu, sum gleðir seg til at koma á Norðurjól.

Fylg leinkjuni, og síggj fittu heilsuna frá fitta klovninum: https://www.facebook.com/nordurjol/videos/1705055976236073/?hc_ref=ARQyrfORN43jAj6yscgb17oN8-kdCh-Ishd46tUKFtc-q4-yObXLGA_X1KRTsxJrIMw 

Skrá Norðurjól

10.00: Norðurjól letur upp

10.00-17.00: Sølubásar: Sniðgivnar vørur, føroysk framleiðsla og serstakar vørur úr Norðoyggjum

10.00-17.00: Matsøla: Heit suppa, nýkókaðar kleynur, heitir drykkir, jólabitar úr heimsins heraðshornum o.a.

10.00-17.00: Myndaboks er opið

10.00-15.00: Handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag hava opið

11.00-15.00: Framsýning av piparkøkuhúsum í bygninginum hjá Betri, har til ber at atkvøða fyri Føroya vakrasta piparkøkuhúsið

15.30: Jólatræið tendrar, Klaksvíkar hornorkestur spælir og jólamaðurin vitjar

17.00: Norðurjól letur aftur 

Sangur og undirhald á pallinum:

11.30: Yngra og eldra skúlakórið á Skúlatrøð

12.00: 17 sangarar

12.30: Hans Andrias

14.30: Barnakór KFUM & K

15.00: Bubu

16.00: Vinnarin av piparkøkuhúsakappingini verður kunngjørdur

16.30: Hallur Joensen