Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendingar imponeraðir av ungum klaksvíkingum

John William Joensen

Í síðstu viku vóru einir 20 útlendskir venjarar í Klaksvík og hugdu eftir talentvenjing hjá KÍ. Teir søgdu seg verða bilsnar av, hvussu høgt støðið á KÍ-spælarunum er

Fótbóltssambandið var í síðstu viku vertur fyri einari ráðstevnu um leikaramenning. Fólk úr øllum norðurlondum vóru við til ráðstevnuna, sum varð hildin á Hotel Føroyum í Havn.

Umboð úr Íslandi, Finnlandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Føroyum greiddi frá um leikaramenning í teirra londum, hvørji nýggj átøk vóru gjørd ella á veg, og annars hvussu arbeitt varð við at menna ungar fótbóltsspælarar.

FSF vildi eisini hava útlendsku gestirnar at síggja ungdómsvenjing í Føroyum, og FSF setti seg í samband við KÍ, sum seinasta árið hevur havt serligar talentvenjingar við spælarum í aldrinum frá 12 til 16 ár.

Sera góðir spælarar
Seinnapartin mikudagin kom norðurlendska ferðalagið so til Klaksvíkar at hyggja eftir venjing hjá KÍ, sum Eyðun Klakstein stóð fyri. Spælarar frá smádreingjaliðnum hjá KÍ, sum vann FM í ár, vóru til venjingina, og eisini vóru nakrir spælarar frá dreingjaliðnum við.

Eftir venjingina var spurt og kjakast á Loftinum í KÍ-høllini, har gestirnir eisini fingu ein góðan kaffimunn.
Fleiri av teimum útlendsku venjarunum søgdu, at teir vóru púra bilsnir av, hvussu høgt tekniska og taktiska støðið var á spælarunum.

– Tað er sjáldan – um yvirhøvur nakrantíð – at vit síggja eitt norskt felag hevur spælarar í hesum aldrinum, sum spæla á so høgum støði. Hesir KÍ-spælararnir eru rættiliga frammaliga í sínari fótbóltsligu menning, segði tekniski stjórin í norska fótbóltssambandinum, Andreas Morisbak.

Venjarin hjá danska U-18 landsliðnum, Per Andersen, helt, at talan var um sera góðar spælarar, sum dugdu heilt væl at spæla saman, og sum vóru sera væl fyri tekniskt.