Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendskir pall-listadagar í Føroyum

Leikarafelag Føroya

Tíðindaskriv frá Leikarafelag Føroya: Høvuðsstaðurin verður í døgunum 24.-28. mai karmur um ein nýggjan spennandi festival, sum kallast Nordic Performing Arts Days – ella bara DAGARNIR 2016.

Tíðindaskriv frá Leikarafelag Føroya: Høvuðsstaðurin verður í døgunum 24.-28. mai karmur um ein nýggjan spennandi festival, sum kallast Nordic Performing Arts Days – ella bara DAGARNIR 2016.

Føroyski áskoðarin kann gleða seg til eitt tyssi av fjølbroyttum norðurlendskum framførslum og tiltøkum hesar dagar í mai. Høvuðskarmar um festivalin verða Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya – men við mongum spennandi framførslum, verður eisini leitað út um pallkantin, eisini út á støð, har vit vanliga ikki fara til sjónleik.

Her verður nakað fyri allar smakkir, allar sansir og fyri allar aldursbólkar.

Vit varpa ljós á interaktivitet og nýggj rák í norðurlendskari og altjóða leiklist. Á skránni er eitt nú:

– Gestaleikir – Forkunnugar framførslur við teimum bestu leiklistafólkunum í Norðanlondum.

– New Nordic Drama – ella LeikREAD, nú í nýggjum hami.

– Harumframt verða mentanarráðstevnur, ListaPrát, útferðir við framførslum, norðurlendskir gestir og mangt, mangt annað.

Millum onnur luttaka hesi listafólk:

Úr Svøríki: Palle Hanæus and The Miracle Nuts við leikinum Flugo!

Úr Íslandi: 16 lovers við leikinum Ikea Travels

Úr Føroyum: Veitslan

Úr Danmark: Fix & Foxy við kenda Ibsen leikinum Eitt dukkuheim

Úr Noregi: By Proxy við leikinum Stop Being Poor

Úr Finnlandi: Takoma Theatre við leikinum Dark Side of the Mime

Úr Álandi, Finlandi, Danmark, Noregi og Føroyum: Kompani Nord við We, The Drowned

Úr Svøríki: Suzanne Osten & Ann-Sofie Bárány Dialogue on Childhood and Creativity

Úr Grønlandi: Tjóðleikhúsið í Grønlandi við Maskudansi

Úr Bretlandi: Melanie Thompson Performance Writing

bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

New Nordic Drama – reading festivalurin, sum vit kenna sum LeikREAD, nú í nýggjum hami og við nýggjum verkum:

6 norðurlendsk leikverk

6 høvundar

2 leikstjórar

12 norðurlendskir leikarar, 2 úr hvørjum landi

2 ferðir 4 tímar venjing av hvørjum leiki

Leikverkini verða framførd sum pallsettar lesingar á upprunamálunum fríggjadagin og leygardagin í Norðurlandahúsinum.

Millum hesi 6 verk telist eisini eitt føroyskt, sum verður kunngjørt 1. februar 2016.

Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya skipar í sambandi við Dagarnar fyri stórum tiltaki saman við Havnar Sjónleikarfelagi, har interaktiv sensorisk leiklist verður sett á breddan fyri fyrstu ferð í Føroyum, undir kønari leiðslu av listafólkunum Gabriel Hernandez og Marga Socias frá altjóða viðurkenda leikhúsinum Teatro de los Sentidos.

Meira um skránna á www.nordicperformingartsdays.fo

Leikarafelag Føroya er vertur fyri Døgunum 2016 í tøttum samstarvi við Netverki fyri norðurlendska palllist, Norðurlandahúsi og Tjóðpalli Føroya.