Norðurlendsku forsætisráðharrarnir høvdu hósdagin ein óformligan fund í London, har evnið var fólkaflyting. Ráðharrarnir staðfestu á fundinum, at støðan er sera nógv broytt, serliga á flóttafólkaøkinum, síðani í oktober, tá teir seinast tosaðu saman um hetta evnið.
Niðurstøðan á fundinum var, at dentur skal leggjast á samstarv og samskifti millum londini, soleiðis at Norðurlond kunnu læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.
“Vit høvdu eina sera góða umrøðu av støðuni,” segði finski forsætisráðharrin Juha Sipilä.
“Norðurlond eru ein familja og vit hava eitt sterkt samstarv. Regluligt samskifti um tankar og royndir tryggjar, at vit í felag kunnu finna loysnir á okkara felags avbjóðingum,” segði hann.
Tað var Finnland, sum í løtuni hevur formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið tók stig til fundin í London, í sambandi við at forsætisráðharrarnir vóru staddir har á eini ráðstevnu um Sýria.




