Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlensk talvkapping í Klaksvík

Ragnhild Ellingsgaard

Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdóm verður telvað í Klaksvík í døgunum 13. – 15. februar.

Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdóm verður telvað í Klaksvík í døgunum 13. – 15. februar. 

Talan er um 5 bólkar A-E, har tey yngstu eru um 7 – 9 ára gomul og tey elstu 17 – 20 ára gomul. 12 telvarar eru í hvørjum bólki og hvørt landið hevur tveir bólkar við sær. Londini, sum verða umboðaði í kappingini, eru Finland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar. 

Kappingin fer fram á Hotel Klaksvík og eru seks umfør á skránni. Tvey umfør fríggjadag, tvey umfør leygardag og tvey umfør sunnudagin. 

Talvsamband Føroya hevur fyri stuttum ognað sær 30 sonevnd Live-borð. Hesi gera tað møguligt at senda telvingina beinleiðis á alnótina, so onnur eisini fáa fylgt við í kappingini.

Umframt sjálva kappingina skipar Talvsamband Føroya eisini fyri sightseeing, svimjing og líknandi, meðan útlendsku telvararnir vitja í Klaksvík. 

Á heimasíðuni www.faroechess.com ber til at lesa meira um kappingina. Har ber eisini til at finna leinkju til talvini, sum øll verða víst beinleiðis á netinum.