Nógv áhugaverd mál vóru á skránni til hendan fundin í Keypmannahavn. Millum annað samtykti NCU at gera eina felags yvirlýsing um nýtslu av solarium. Øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini eru á einum máli um, at nýtsla av solarium til ung undir 18 ár eigur at verða bannað. Hetta av tí at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba. Yvirlýsingin verður send út í næstum. Jákup N. Olsen, formaður, fegnast um, at tað er møguligt at gera eina felags yvirlýsing á hesum øki. Tað styrkir um arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum herheima, at NCU stendur saman um, at solarium til ung undir 18 ár eigur at verða bannað.




