Kendi forrætningsmaðurin Eivind Jacobsen av Strondum, hevur keypt fyritøkuna Normek í Norðragøtu, sigur Kaupthing í tíðindaskrivi.
Tíðindaskriv 01-10-2007
Fyritøkan Normek í Norðagøtu hevur fingið nýggjan eigara. Robert Langgaard og Johnny K. Nón stovnaðu virkið fyri góðum 10 árum síðani, men hava teir valt at selja nú fyri at leita sær nýggjar avbjóðingar.
Smiðjan og verkstaðurin hjá Normek í Norðagøtu veitir tænastu til fiskivinnuna, alivinnuna og vinnulívið sum heild. Høvuðsvirksemið er at umvæla og viðlíkahalda skip, umframt at umvæla størri lastbilar. Somuleiðis umboðar Normek kranarnar (HIAB) og sólorkuskipanirnar (Sunstrip). Í løtuni starvast 25 fólk í fyritøkuni, serliga maskinsmiðir og lastbilsmekanikarar.
Keyparin er Sp/f 11/11-94 v/ Eivindi Jacobsen. Eivind Jacobsen er kendur vinnulívsmaður. Hann hevur drúgvar royndir sum sølumaður við millum annað máling, matvørum, kosmetikk og amboðum. Hann eigur ella er partaeigari í fleiri fyritøkum so sum KRAM, Strandamáling, handlinum Drós í Havn, og átti hann eitt skifti eisini Klaksvíkar Timburhandil.
Eivind Jacobsen hevur stórar ætlanir við Normek.
– Hetta er ein fyritøka við góðum framtíðarmøguleikum, og starvsfólkini eru sera dugnalig. Eg meti tí, at talan er um eina skilagóða íløgu, sigur nýggi eigarin.
Sølan fær ikki avleiðingar fyri starvsfólkið, sum øll kunnu rokna við at halda fram, slær Eivind Jacobsen fast. At byrja við verður virksemið óbroytt, men síðani er ætlanin at víðka um tað.
– Í dag er trupult at fáa starvsfólk, og tí ber illa til at víðka um virksemið, sigur Eivind Jacobsen. Fíggjarliga er ætlanin at bjóða starvsfólkum at keypa partabrøv.
Stjórin, Robert Langgaad, hevur saman við Johnny K. Nón játtað at halda fram í Normek til og við februar mánað næsta ár fyri at seta nýggju leiðsluna inn í fyritøkuna og tryggja eitt smidligt skifti. Nýggj leiðsla er ikki funnin enn.
Samstarv við Kaupthing Bank
Bæði seljari og keypari eru væl nøgdir við samstarvið við Kaupthing Bank. Tað er Investment Banking deildin hjá bankanum, sum hevur staðið fyri allari søluni. Deildin hevur gjørt eina greining av fyritøkuni og hugt at kappingarstøðuni og kappingarneytum. Kaupthing Bank gjørdi eisini eina virðismeting fyri seljaran og samráddist við møguligar keyparar. At enda varð sølan avgreidd, og sølusáttmáli gjørdur.
Kaupthing Bank vísir á, at Normek er ein spennandi fyritøka, sum hevur havt sunnan rakstur í nógv ár. Úrslitið í 2006 var sera gott, og væntandi verður úrslitið í 2007 enn betri. Við góða samfelagsrákinum í løtuni, sær bjart út fyri framman hjá fyritøkuni, vísir Kaupthing Bank á.
Kaupthing hevur arbeitt við at keypa og selja fyritøkur síðani 2002. Áður hevur hetta verið partur av vinnutænastudeildini, men í 2006 valdi Kaupthing at gera eina deild, sum burturav tekur sær av investment banking, og síðani hevur bankin havt nógvar slíkar sølur.




