Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna aftur á Klaksvík ímorgun

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani varð avgjørt at Norrøna, sum er á veg úr Íslandi, skal leggja at í Ánunum um kl. 11.30.

Tað er ringt veður í, og tí hevur Smyril Line, saman við skiparanum á Norrønu gjørt av at skipið skal leggja at í Ánunum á hesum túrinum úr Íslandi.

Farið verður av aftur Klaksvík kl. 17.00 eftir ferðaætlanini. Umleið 50 ferðafólk eru við Norrønu á hesum túrinum úr Íslandi og umleið 250 ferðafólk vera við tá skipið fer av aftur Klaksvík.