Tá Norrøna skuldi leggja at í Havn ímorgun var hon tikin av vindi og kom so mikið harðliga at keiini at skaði kom á eitt av spantunum.
Frá Smyril Line frætta vit, at tað var fendarin hjá Norrønu sum tók og eitt spant boygnaði og hetta skal gerast aftur áðrenn skipið fer avstað aftur. Sagt verður at skipið lá parellelt við keiiina tá vindurin tók skipið, sum bresti móti keiini og helst hevur keiin rakt eitt eymt punkt og tí boygnaði spantið. Men verður sagt av Smyril Line, hetta er nakað sum kann henda tá skip leggja at og tí verður roknað við at skaðin skjótt verður umvældur.




